15.03.2018 · Heilsumálaráðið

Fakligur skrivari til skrivstovuna hjá Etiska ráðnum

Nú verður søkt eftir fakligum skrivara við viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni til Etiska ráðið. Talan er um eitt hálvtíðarstarv at byrja 1. mai 2018.

  • Etiska ráðið skal fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Tín uppgáva í hesum sambandi verður at savna inn tilfar og greina tilfarið fyri ráðið.
  • Etiska ráðið skal skipa fyri ráðstevnum, evnisdøgum og kjakfundum fyri at varpa ljós á aktuellar etiskar spurningar. Tín uppgáva verður at skipa fyri teimum kunningarátøkum og tiltøkum, sum Etiska ráðið ynskir at seta á skrá.
  • Ráðið skal lata úr hondum minst eina frágreiðing um árið. Tín uppgáva verður at skriva frágreiðingarnar í samstarvi við Etiska ráðið.
  • Tín uppgáva verður eisini at hava dagligu umsitingina hjá Etiska ráðnum um hendi.

Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Heilsu- og innlendismálaráðnum í hendi í seinasta lagi 31. mars 2018, kl. 12:00.

Sí lýsingina her