19.02.2018 · Heilsumálaráðið

Fakligur stjóri til Familjufyrisitingina

Fakligur stjóri til Familjufyrisitingina

Á Ólavsøku 2018 verður málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarættur yvirtikið og umsitingin av familjumálum, sum í dag er á Ríkisumboðnum, verður løgd til landið og skipað undir Familjufyrisitingini.

Í tí sambandi verður søkt eftir einum fakligum stjóra til Familjufyrisitingina at byrja 1. apríl 2018 ella eftir nærri avtalu.

Umsóknarfreistin er 7. mars 2018, kl. 12:00.

Umsóknir kunnu sendast til himr@himr.fo

Sí lýsingina her

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra tlf. 304050 ella umvegis teldupost til turid.arge@himr.fo