29.05.2020 · Heilsumálaráðið

Faldarin - Ferðandi til Føroyar

Faldarin -  Ferðandi til Føroyar

Leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroyar vórðu broyttar mánadagin 4. mai fyri at forða koronasmittuni at koma inn í landið. Øll ferðandi til Føroyar hava síðani tá fingið ein faldara við kunning og mannagongdum um heimauppihald. Har varð m.a. upplýst, at eitt sóttarhaldstoymi fór at seta seg í samband við øll hesi ferðandi.

Hendan mannagongdin, at ein kontaktpersónur frá sóttarhaldstoyminum setir seg í samband við tey ferðandi, verður nú avtikin. Mett verður, at kunningin um heimauppihald hevur virkað væl, og at fólk kenna tilmælini. Tí verður mett, at tað ikki er neyðugt longur, at tey ferðandi verða uppringd av sóttarhaldstoyminum. Tey kunnu framvegis ringja til sín egna kommunulækna, læknavaktina ella Coronalinjuna, um tey fáa sjúkueyðkenni.

Nýggi faldarin kann lesast her