25.04.2021 · Heilsumálaráðið

Fimti hvør hevur fingið fyrra prikið

Fimti hvør hevur fingið fyrra prikið

Góð ferð er á koppsetingini, og nærum allir okkara elstu og veikastu borgarar eru koppsettir minst einaferð. Gongst sum ætlað, eru øll koppsett fyrst í august.

Fimti hvør føroyingur hevur nú fingið fyrra koppsetingarprikið fyri koronu. Við tað, at eldri fólk og fólk í serligum vandabólki hava verið raðfest fremst, merkir tað, at at kalla øll fólk í Føroyum, sum eru í øktum vanda, verða tey smittað við COVID-19 virusinum, nú eru koppsett minst einaferð.

Tó at tað ikki er sloppið enn, so fegnast Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, um góðu støðuna.

Tilsamans eru 17.280 koppsetingar framdar, av hesum hava 11.751 fingið fyrra prikið, og 5.529 eru liðugt koppsett.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er samanumtikið væl nøgdur við støðuna.

Næstan øll okkara gomlu og heilsuveiku fólk eru nú koppsett minst einaferð og eru tí væl vard. Tað gongur væl at koppseta, og takkað verið okkara dugnaligu starvsfólkum í sjúkrahúsverkinum, sum fáa lutfalsliga nógv koppingarevni burturúr hvørjum glasi, hava vit koppsett umleið 2.000 fleiri fólk samanborið við miðal gagnnýtlsuna av koppingarevninum í Danmark. Samstundis gongur tað framvegis sera væl at fanga smittutilburðir hjá fólki, ið ferðast til landið, og forða fyri smittuspjaðing. Eg kann ikki annað enn fegnast um góðu gongdina, sigur landsstýrismaðurin.

Um stígur ikki kemur í veitingarnar av koppingarevni, eru allir føroyingar liðugt koppsettir fyrst í august.

COVID-19 koppsetingarbólkurin