28.10.2021 · Heilsumálaráðið

Fleiri fáa nú tilboð um triðja prik

Fleiri fáa nú tilboð um triðja prik

Heilsustarvsfólk, fólk eldri enn 65 ár og fólk yngri enn 65 ár, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, fáa nú tilboð um eina triðu koronukoppseting, um tað í minsta lagið eru gingnir seks og einum hálvur mánaði síðani annað prikið

Tíðliga í oktober fingu borgarar í ávísum vandabólkum tilboð um eina triðu koppseting fyri koronu, og nú hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, góðkent tilmælið frá koppsetingarbólkinum um at víðka tilboðið til at umfata uppaftur fleiri bólkar.

Tey, ið nú eisini fara at fáa tilboð um triðja koppsetingarprikið, eru starvsfólk á heilsu-, almanna- og eldraøkinum, øll fólk eldri enn 65 ár og fólk yngri enn 65 ár, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við COVID-19. Felags fyri øll er, at tað í minsta lagi skulu vera gingnir seks og ein hálvur mánaði síðan, tey hava fingið annað prikið.

Frammanundan hava fólk við nógv niðursettari immunverju vegna serliga sjúku ella serliga sjúkuviðgerð og búfólk á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum fingið tilboð um triðu koppseting.

Víðkaða tilboðið er í samsvar við tilmælið hjá danska Sundhedsstyrelsen um koppseting fyri koronu.

Danmark er limur í ES, har heilsumyndugleikarnar hava góðkent, at fólk, sum hava fylt 18 ár, kunnu koppsetast triðu ferð fyri koronu, tá tað er gingið í minsta lagi eitt hálvt ár síðan aðru koppseting. Góðkenningin er galdandi fyri koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum er einasta koppingarevnið, ið verður brúkt  í Føroyum.

Væntast kann, at tilboðið um triðu koppsetingina fyri koronu, sum frá líður, fer at verða víðkað til at umfata allar borgarar, sum eru fevndir av koppsetingarkunngerðini – tað eru allir borgarar eldri enn 12 ár.

Tí tó at Sundhedsstyrelsen metir, at frísk fólk yngri enn 65 ár eru væl vard ímóti at gerast álvarsliga sjúk av COVID-19, so væntar danski heilsumyndugleikin kortini, at øll fara at fáa tilboð um endurkoppseting, sum frá líður.

Sjúkrahúsverkið er farið undir at geva triðja prik. Byrjað verður í dag við Støkk-inn koppseting í Suðuroy, og í vikuskiftinum verður Støkk-inn koppseting bæði í Skálanum í Klaksvík og í Samkomuhølini á Eirargarði.

Tíðir til koppseting kunnu síggjast á corona.fo.

COVID-19 koppsetingarbólkurin