01.10.2020 · Heilsumálaráðið

”Formansskifti í Etiska ráðnum” – Etiska ráðið fær nýggja forkvinnu

”Formansskifti í Etiska ráðnum” – Etiska ráðið fær nýggja forkvinnu

Hildur við Høgadalsá hevur valt at takka fyri seg sum forkvinna í Etiska ráðnum, og hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnt Anne Mette Greve Klemensen sum nýggja forkvinnu fyri Etiska ráðið.

Anne Mette Greve Klemensen gjørdist cand.theol í 2010 og tók sangútbúgving frá Sjællands kirkemusikskole árið fyri.

Í 2011 gjørdist Anne Mette sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, har hon hevur virkað, inntil hon tók við embætinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi fyrr í ár. Harumframt hevur Anne Mette serkunnað seg innan eksistentiellar lívsstøður hjá barnakonum.

Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hevur ávirkan á lívið hjá menniskjum. Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkjunum.

Etiska ráðið hevur skyldu at fylgja menningini á tí bio- og ílegutøkniska økinum, og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøkni.

Í Etiska ráðnum eru 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Limirnir verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir.”