24.09.2020 · Heilsumálaráðið

Føroyingar fevndir av viðgerðartrygd

Føroyingar fevndir av viðgerðartrygd

Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um, at føroyingar, sum skulu í viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, frameftir eru fevndir av donsku viðgerðartrygdini.

Hetta er vorðið veruleiki, nú Sjúkrahúsverkið júst hevur skrivað undir nýggja samstarvsavtalu við danska Region Hovedstaden, sum varðar av Ríkissjúkrahúsinum.

Danska viðgerðartrygdin merkir, at ongin sjúklingur skal bíða í meira enn 30 dagar eftir at sleppa í viðgerð.

“Føroyingar, sum stríðast við álvarsamar ella kompliseraðar sjúkur, har føroyska sjúkrahúsverkið ikki kann bjóða nøktandi viðgerð, verða í nógv teim flestu førunum vístir til viðgerð á einum av sjúkrahúsunum í Region Hovedstaden. Tað hevur sjálvsagt stóran positivan týdning fyri hesar sjúklingarnar, at teir nú eru fevndir av donsku viðgerðartrygdini javnbjóðis donsku sjúklingunum. Eg síggi eisini nýggju avtaluna sum eitt stig á leiðini fram ímóti okkara egnu viðgerðartrygd, sum samgongan hevur sett sær fyri at seta í verk á føroysku sjúkrahúsunum”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Umframt nýggju avtaluna við Region Hovedstaden, hevur Sjúkrahúsverkið gjørt nýggja samstarvsavtalu við Aalborg Universitetssjúkrahús um bróstkrabbaviðgerð.

Avtalan betrar samstarvið, sum síðani í fjør hevur verið ímillum Sjúkrahúsverkið og Aalborg Universitetssjúkrahús, og landsstýrismaðurin heldur nýggju avtaluna vera eitt stórt framstig fyri føroyskar bróstkrabbasjúklingar.