10.11.2017 · Heilsumálaráðið

Føroysk læknalesandi fáa framíhjárætt at taka KBU í Føroyum

Føroysk læknalesandi fáa framíhjárætt at taka KBU í Føroyum

Føroyskir og danskir myndugleikar eru samdir um nýggja skipan, sum gevur føroysku læknalesandi í Danmark framíhjárætt at søkja sonevndu KBU-størvini í Føroyum. KBU er stytting fyri Klinisk basisuddannelse og er tað, ið fyrr kallaðist turnus.

Tað hevur verið eitt ynski frá bæði landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, og føroyska heilsuverkinum um at broyta verandi skipan soleiðis, at teir føroyingar, sum hava lokið kandidatprógv í læknafrøði, fáa framíhjárætt at søkja tey umleið 10 KBU útbúgvingarstørvini, sum eru á Landssjúkrahúsinum árliga. Landssjúkrahúsið tekur inn tvær ferðir árliga, fimm hvørja ferð.

“Hetta er ein týðandi liður í arbeiðinum at fáa fleiri læknar at starvast í føroyska heilsuverkinum. At knýta bond við læknar undir útbúgving økir heilt vist um møguleikan fyri at hesir velja Føroyar aftur seinni á síni starvsleið”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum í viðmerking.

Sum er eru føroyingar saman við dønum við í lutakasti um KBU plássini í Føroyum. Føroyar er eitt vælumtókt útbúgvingarstað og stórur eftirspurningur er eftir at taka KBU-skeiðið í Føroyum. Tað hevur ta avleiðing, at fleiri føroyingar, sum lesa í Danmark, ikki sleppa til Føroyar í KBU-starv, hóast tey ynsktu tað.

Semja er nú fingin í lag við Videreuddannelses-región Øst og danska Heilsustýrið um nýggja serskipan fyri føroyingar. Tað merkir, at frameftir fer føroyska heilsuverkið at lýsa KBU-størvini leys í Føroyum, sum føroyskir læknar útbúnir í Danmark kunnu søkja. Sum nevnt eru í hesum høpi talan um tilsamans 10 KBU-størv árliga.

Tey størv, ið verða sett í hesari tilgongdini, eru tí ikki partur av vanliga lutakastinum. Hinvegin verða tey KBU-størv, sum ikki verða sett, lutaði út eftir somu mannagongd, sum í dag.

Sum dømi kann nevnast, at um bert tríggir skikkaðir umsøkjarar eru til tey fimm KBU-størvini, sum verða lýst leys, so verða hini bæði útbúgvingarstørv við í vanligu KBU-skipanini, sum føroyingar harvið framvegis eru ein partur av.

Leggjast skal aftrat, at skipanin verður óbroytt fyri tey læknalesandi, sum eru í útbúgving aðrastaðni enn í Danmark.

Miðað verður eftir, at teir fyrstu læknarnir kunnu byrja í nýggju skipanini á heysti 2018.