17.05.2020 · Heilsumálaráðið

Framvegis eingin nýggjur tilburður

Framvegis eingin nýggjur tilburður

Eingin føroyingur er í løtuni staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 8.863 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.

Í gjár vórðu 26 kanningar gjørdar. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.593 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið 17. mai 2020 kl. 14.38