28.05.2020 · Heilsumálaráðið

Framvegis ongin nýggjur smittutilburður

Framvegis ongin nýggjur smittutilburður

Tað er framvegis ongin nýggjur smittutilburður staðfestur í Føroyum, og í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.466 kanningar.  

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. 

80 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Ongin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur ongin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.196 kanningunum.

Ongin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið 28. mai 2020 kl. 12:38