13.05.2020 · Heilsumálaráðið

Framvegis ongin nýggjur tilburður staðfestur

Framvegis ongin nýggjur tilburður staðfestur

Eingin føroyingur er í løtuni staðfestur smittaður við coronusmittuni. Teir í alt 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, eru allir staðfestir frískir. Hetta byggir á í alt 8.638 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.368 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 13. maj 2020 kl 12.54