24.09.2019 · Heilsumálaráðið

Fríggjadagin var móttøka fyri landsstýrismanninum í heilsumálum

Fríggjadagin var móttøka fyri landsstýrismanninum í heilsumálum

Móttøka var fyri Kaj Leo Holm Johannesen í Heilsumálaráðnum fríggjadagin, 20. september. Turid Arge, aðalstjóri og fyrrverandi landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, bóru fram røðu fyri nýggja landsstýrismanninum. Eisini handaði Turid Arge nýggja landsstýrismanninum og fyrrverandi landsstýriskvinnuni blómutyssi.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, greiddi í síni røðu frá, at hann fer beinanvegin í gongd við at arbeiða við viðgerðartrygd, dagføring av heilsulóggávuni, fyribyrging og CPR-málinum. Harafturat legði hann dent á, at tað er sera umráðandi fyri hann, at øll starvsfólk trívast og hava tað gott har tey eru, bæði innan fyrisitingina og heilsuverkið.