24.10.2019 · Heilsumálaráðið

Fundur millum Diabetesfelagið og Kaj Leo Holm Johannesen

Fundur millum Diabetesfelagið og Kaj Leo Holm Johannesen

Í dag hevur fundur verið millum Diabetesfelag Føroya og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann. Á fundinum umrøddu tey viðgerðartilboð hjá fólki við diabetes í Føroyum og onnur mál av felags áhugað.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann er sera fegin um fundin og gleðir seg til komandi samstarv við Diabetesfelag Føroya.