18.08.2020 · Heilsumálaráðið

Fýra nýggir smittutilburðir

Fýra nýggir smittutilburðir

Fýra nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 73.898 kanningar.

Millum tær 1552 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, mánadagin 17. august, vórðu fýra nýggir tilburðir staðfestir. Ein teirra varð staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið.

Tilsamans hava nú 377 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. Seks persónar eru staðfestir frískir afturat, og tí eru í alt 235 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, staðfest frísk aftur.

Sostatt eru 142 persónar smittaðir í løtuni.

Fýra persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, og ein teirra liggur á intensivu deild.

Heilsumálaráðið tann 18. august 2020 kl. 11:35

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen // KVF