24.09.2020 · Heilsumálaráðið

Fýra nýggir tilburðir

Fýra nýggir tilburðir

Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Í gjár vórðu 1.884 kanningar gjørdar, og í alt eru 124.248 kanningar gjørdar. 

Tilsamans hava nú 455 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 416 persónar eru staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 39 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 24. september 2020 kl. 13:42