01.03.2018 · Heilsumálaráðið

Fyritíðarpensjónistar skulu rinda minni fyri heilivág

Fyritíðarpensjónistar skulu rinda minni fyri heilivág

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, sum merkir, at fyritíðarpensjónistar, sum brúka nógvan heilivág, frameftir skulu rinda minni.

“Uppskotið hevur til endamáls at lætta um fíggjarliga hjá teimum mongu fyritíðarpensjónistum, sum hava brúk fyri heilivági, og er hetta ein partur av semjuni, sum varð gjørd, tá fíggjarlógin varð løgd fram í heyst”, sigur landsstýriskvinnan í viðmerking.

Tá ið fólk keypa heilivág kunna tey fáa tilskot, um heilivágurin er tilskotsheimilaður. Skipanin er stigvaksandi soleiðis, at tey, ið hava tørv á nógvum heilivági, fáa lutfalsliga hægri ískoyti. Somuleiðis er eitt mark fyri, hvussu høgt egingjaldið kann verða fyri heilivág, ið er tilskotsheimilað.

Í dag er hetta umleið 2.050 krónur um árið, meðan fólkapenjsónistar í mesta lagi rinda góðar 1.300 krónur um árið fyri hendan heilivágin. Børn undir 18 rinda ikki egingjald.

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg skjýtur nú upp, at fyritíðarpensjónistar frameftir verða javnsettir við fólkapensjónistar. Hetta merkir, at tilskotsstigin, sum í dag er galdandi fyri persónar 67 ár og eldri, eisini verður galdandi fyri fyritíðarpensjónistar.

Verður lógaruppskotið, sum nú er latið Løgtinginum, samtykt, lækkar egingjaldið hjá fyritíðarpensjónistum sostatt við knøppum 750 krónur um árið fyri tilskotsheimilaðan heilivág.