04.03.2020 · Heilsumálaráðið

Fyrsti føroyingurin fingið corona-virus

Fyrsti føroyingurin fingið corona-virus

Nú er staðfest, at fyrsti føroyingur er smittaður av covid-19 – eisini rópt corona virus.

Talan er um ein persón, sum hevur verið á ráðstevnu í París seint í februar mánaði. Heilsustøðan hjá viðkomandi er góð. Hann og familjan eru nú í karantenu heima.

”Eg skilji væl, um fleiri borgarar kunnu kenna seg fjálturstungnar, nú corona-virus er komin til landið. Vit hava vitað í eina tíð, at møguleikin var til staðar fyri at smittan kom til Føroya, so vit hava fyrireikað okkum væl. Vit taka støðuna í størsta álvara og fylgja gongdini dag fyri dag,” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri allar teir persónar, sum smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Kanningin fer at avgera, um enn fleiri borgarar skulu skulu í karantenu.

“Okkara fremst mál er at byrgja fyri, at fleiri verða smittað,” sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur avgjørt at fylgja tilráðingunum hjá epidemikommisjónini um, at øll heilsustarvsfólk, starvsfólk í eldrarøktini, sum hava verið í Kina, Iran, Korea ella norðuritalia, skulu verða heima við hús í 14 dagar eftir, at tey eru komin heim. Hetta kemst av, at tað eru fyrst og fremst eldri borgarar og sjúk fólk, sum verða rakt meint, um tey verða smittað av corona virus.

“Tað er okkara greiða tilmæli, at allir borgarar, sum hava verið í londum, ið verða bólkað sum vandaøki, fara sjálvboðið í karantenu í 14 dagar. Støðan broytist dag fyri dag, og tí hava vit fleiri amboð í amboðskassanum, sum kunnu brúkast, um støðan broytist," sigur Shahin Gaini, serlækni á Landssjúkrahúsinum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum mælir øllum borgararum til at leita sær vitan á almennu heimasíðunum um corona smittuna.

”Vit liva í einari tíð, har leysatíðindi ganga skjótt – kanska serliga á sosialu miðlunum. Tí vil eg mæla øllum til at leita sær vitan á almennu heimasíðunum hjá eitt nú landslæknanum og Heilsumálaráðnum, soleiðis at tey fáa neyðugu vitanina um, hvussu vit sum borgarar skulu fyrihalda okkum til corona smittuna," heldur landsstýrismaður í heilsumálum.

Meira kann lesast um corona virus her

Mynd: Á tíðindafundi fyrrapartin vóru Lars Fodgaard Møller, landslækni, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, og Shahin Gaini, serlækni á Landssjúkrahúsinum. Portal.fo eigur myndina.