Heilsupolitikkurin fyri Føroyar er nú almannakunngjørdur og handaður Súsannu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum. Hetta er fyrstu ferð, at ein so víðfevnd og langskygd kós verður løgd fyri heilsuøkið í Føroyum, og heilsupolitikkurin verður mettur at fáa stóran týdning fyri menningina av heilsuverkinum og fólkaheilsuni komandi tíggju árini.
Ein felags kós fyri heilsuøkið
Heilsupolitikkurin hevur sum visjón:
“at allir borgarar sum longst varðveita sálarliga, kropsliga og sosiala vælveru, og at røtt og dygdargóð viðgerð verður veitt, tá hon krevst.”
Í heilsupolitikkinum er dentur lagdur á fyribyrging og heilsuframa, samstundis sum dygdin í viðgerð og góðskumenning verður styrkt. Tað er ein týðandi broyting í hugsanini, at heilsuframi og fyribyrging skulu inn í allar geirar av samfelagnum.
Breitt og grundleggjandi arbeiði
Í samgonguskjalinum er ásett, at ein heilsupolitikkur skal orðast. Eitt av teimum fyrstu málunum, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, fór undir, tá hon tók við, var at seta gongd á hetta arbeiðið. Nú er úrslitið klárt – ein heildarætlan fyri føroyska heilsuøkið frá 2026 til 2035.
Fólk úr politisku skipanini, heilsuverkinum, eldraøkinum, almannaøkinum, kommununum, barna- og útbúgvingargeiranum, ítrótti og frítíð, umframt privatir borgarar hava luttikið við sínum sjónarmiðum, royndum og uppskotum.
Arbeiðshátturin hevur verið víðfevnandi:
- Hoyringarfundir við heilsustarvsfólk, sjúklingafeløg, stovnar og yrkisfeløg
- Spurnakanning við 789 luttakarum
- Almennur møguleiki hjá borgarum at lata inn skrivligar viðmerkingar (131 uppskot komu inn)
- Ráðgevarabólkar og fakligir fylgibólkar
- Heilsufaklig greining av heilsustøðuni í Føroyum
Úrslitið er ein politikkur, sum bæði setur kósina fyri langtíðarmálum og lýsir ítøkilig átøk fyri tey fyrstu trý árini. Nýggj átøk mugu raðfestast komandi árini, um langtíðarmálini skulu røkkast.
Heilsuverkið skal mennast breitt – niðurstøður úr politikkinum
Tað, ið gongur aftur í øllum, sum er komið fram undir viðgerðini, er m.a.:
- Størri dentur á heilsuframa og fyribyrging
Fyrimunurin fyri einstaklingar og samfelagið er størstur, tá sjúka verður fyribyrgd í staðin fyri viðgjørd.
- Styrkja heilsutænastur í nærumhvørvinum
Fleiri tænastur skulu kunna veitast nær borgarunum.
- Samanhangandi sjúklingagongdir
Betri samstarv millum sjúkrahús, kommunulæknar, Almannaverk og kommunur.
- Sterkari og tættari samstarv millum sjúkrahúsini
Hetta tryggjar, at tilfeingi og faklig vitan verða betur gagnnýtt.
- Faklig góðska og betri dátugrundarlag
Betri yvirlit, eftirmeting og góðskumenning.
- KT og tøkni
Talgildar loysnir og telemedisin skulu gagnnýtast enn betur.
- Tryggja vælútbúgvið starvsfólk
Starvsfólkatrot og tørvur á nýggjum førleikum skal loysast við uppgávuflyting og menning.
Eisini verður varpað ljós á avbjóðingar sum vaksandi tal av eldri, ovurfiti, stór nýtsla av nikotin- og rúsdrekkavørum millum ung, ring sálarheilsa og sosialan ójavna í heilsu.
Heilsupolitikkurin - eitt íkast í haldføri
Í heilsupolitikkinum eru tilmæli um átøk, sum hava til endamáls at betra virkisføri í heilsuverkinum, og harvið virka fyri at heilsuverkið fer at megna vaksandi tørvin á heilsutænastum frameftir. Kósin, sum heilsupolitikkurin leggur upp til, er at:
- fyribyrgja sjúku, sum fer at hava við sær at færri fáa tørv á viðgerð í framtíðini
- skapa betri og meira samanhangandi sjúklingagongdir
- sjúkrahúsini skulu arbeiða tættari saman og gagnnýta tilfeingið betur
- minka dupultfunktiónir og óskynsom markamót
Hetta eru stig, sum leggja lunnar undir eitt haldført og framtíðartryggja heilsuverk.
Farið er undir nøkur átøk, sum eru sprottin úr arbeiðinum við heilsupolitikkinum. Beint fyri summarferiuna varð samstarvsavtala gjørd millum Heilsumálaráðið, ÍSF og Heilsustýrið. Samstarvið skal virka fyri at styrkja rørslu, sálarheilsu og fólkaheilsu um alt landið.
Harumframt eru prísir á nikotin- og tubbaksvørum hækkaðir. Og arbeitt verður við at fyrireika tilboð um at screena (skima) fyri tarmkrabba í Føroyum.