25.06.2021 · Heilsumálaráðið

Hálvur teinur rógvin – eitt flott avrik

Hálvur teinur rógvin – eitt flott avrik

 Tað er altíð ein góð kensla, tá eitt møtimikið arbeiði er komið hálva leið. Tá hálvur teinur er rógvin, gerst tað hugaligari, og ein fær eyka styrki, tí nú hómast málið. Ert tú á fjøllunum, er ferðin niðan á ofta tung og drúgv, men síðan er undanbrekka.

Sum landsstýrismaður í heilsumálum er tað sanniliga eisini hugaligt at vita sær, at nú er helvtin av føroyska fólkinum koppsett einaferð fyri koronu.

Fyri meg sum borgara er tað eisini sera gleðiligt at vita sær, at føroyska heilsuverkið stórt sæð hevur koyrt sum ein væl smurd maskina, síðani vit fyrstu ferð lærdu at siga nýggju orðini korona og COVID-19.

Vit teljast ímillum tey fremstu í heimshøpi, tá tað ræður um smittuuppsporing, -avbyrging og -fyribyrging. Fleiri ferðir hevur smittan roynt at fingið fastatøkur her heima, men hvørja ferð hava vit fótað okkum og fingið tamarhald á støðuni aftur.

Føroyingar eru tó eisini vorðnir sjúkir av koronu, men samanborið við onnur lond eru vit við fáum undantøkum sloppin ómetaliga væl eisini í so máta.

Alt hetta vekir av sonnum eina trygdargóða kenslu.

Nú eru vit so komin í helvt við fyrstu koppsetingini, og í hølunum á henni kemur annað prikið.

Eisini við koppsetingini hevur gongdin í Føroyum verið fyrimyndarlig. Vit fáa uml. 7 skamtar úr hvørjum glasi við koppingarevni, og hjá okkum fer ongin skamtur til spillis.

Men góða gongdin kemur ikki av ongum. Føroya fólk hevur staðið saman og sýnt samhaldsfesti og sínamillum ábyrgd í hesi farsóttartíðini. Tað er fyrsta fortreytin fyri, at so stór heilsuátøk fyri alt fólkið kunnu eydnast.

Sjúkrahúsverkið og alt heilsuverkið annars við sínum starvsfólkum, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, alt umsorganarøkið, privatar fyritøkur og onnur, ið á ein ella annan hátt hava havt sín lut í stríðnum ímóti farsóttini, hava verið kvik í ráðum og hava við hegni og dugnasemi lagt ætlanir og síðani loyst sínar uppgávur til lítar.

Tit skulu øll hava stóra takk fyri tað.

Ein serlig og innilig tøkk skal ljóða til tykkum framúr dugnaligu og djørvu heilsustarvsfólk í fremstu røð, sum hava sýnt bæði áræði og offurvilja langt út um tað vanliga.

Uttan tykkum øll høvdu vit verri enn so megnað hesa avbjóðingina so væl.

Kaj Leo Holm Johannesen

landsstýrismaður í heilsumálum