30.09.2020 · Heilsumálaráðið

Heilsupolitikkur høga raðfesting í 2021

Heilsupolitikkur høga raðfesting í 2021

Beinanvegin henda samgongan tók við fyri stívliga einum ári síðani, var miðvíst farið undir at fremja stórætlaða heilsupolitikkin í samgonguskjalinum.

Nógv er longu fingið av skafti, hóast ikki minst okkara heilsuverk hevur verið illa spert av áleikandi koronufarsóttini, og landsstýrismaðurin í heilsumálum gleðist um, at bæði kós og ferð verða hildin í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2021, sum nú er lagt fram.

Í uppskotinum er ein røð av heilsupolitiskum raðfestingum. Talan er bæði um ítøkiligar betringar í  viðgerðar- og endurvenjingartilboðum og um effektivisering í rakstri og mannagongdum.

Hóast landsstýrisfólkini hvørt sær óivað altíð kundu ynskt sær meira av peningi á fíggjarlógini til júst síni málsøki, er Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, væl nøgdur við tær heilsupolitisku raðfestingar, tað er eydnast at gera innan fíggjarliga karmin, sum er til taks.

“Tilsamans peika allar raðfestingar fram ímóti heilsupolitiska aðalmálinum um viðgerðartrygd og skjóta sjúkugreining. Tað er gott, men vit skulu ikki gloyma tey nógvu, ið ikki bara hava tørv á lekjandi viðgerð, men eisini á góðari endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing at betra lívsgóðskuna. Og vit skulu eisini brúka meira orku upp á at linna og lætta um síðstu tíðina hjá teimum, ið doyggja skulu, ella líða av pínu. Alt hetta og nógv annað hevur fingið góða raðfesting í fíggjarlógaruppskotinum”, sigur hann.

Longu í fíggjarlógini fyri í ár eru lunnar lagdir undir fleiri av heilsupolitisku átøkunum, sum lagt er upp til í samgonguskjalinum, men í nýggja fíggjarlógaruppskotinum eru eisini fleiri nýggjar raðfestingar komnar afturat. Millum hesar kunnu nevnast:

Linnandi viðgerð til lívshóttandi sjúk
Landsstýrismaðurin hevur gjørt av at raðfesta palliativa økið hægri og hugsar sær, at peningur til dømis kann brúkast til at økja um arbeiðsorkuna í palliativa toyminum. Palliativa toymið hevur høvuðsábyrgdina av at gera yvirskipaðar mannagongdir fyri palliativari viðgerð og at samskipa hesar ímillum sjúkrahúsverkið og kommunurnar.

Betri fyribyrgjandi barnakanningar

Játtanin til Gigni verður hækkað, soleiðis at heilsufrøðingar kunnu fara undir at kanna børn í aldrinum tveir mánaðir til tvey ár at fyribyrgja varandi sosialt afturhaldni. Sosialt afturhaldni kann vera tekin um sálarligan mistrivnað. Kanningarhátturin er ein vísindaligur kanningarháttur, sum eisini verður nýttur í Danmark.

Smittuverjueindin
Í løtuni starvast ein smittuverjufrøðingur innan sjúkrahusverkið í Føroyum. Tørvur er á meiri orku til smittuverjueindina, og tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at hækka játtanina til hetta økið.

Sjúklingasamskipari
Skipanin við einum sjúklingasamskipara til føroyskar sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum virkar sera væl, og tí hevur sjúkrahúsverkið leingi havt ynski um at fáa ein sjúklingasamskipara í Føroyum eisini.

Sjúklingasamskiparin skal virka fyri, at sjúklingar í føroyska sjúkrahúsverkinum fáa so skjótar og góðar sjúklingagongdir sum gjørligt. Harumframt skal sjúklingasamskiparin virka sum bindilið ímillum sjúklingin og sjúkrahúsverkið. Hetta fer serliga at koma sjúklingum, sum hava verið í viðgerð uttanlands, til góðar, tí tað kemur ofta fyri, at hesir sjúklingar ikki hava beinleiðis tilknýti til eina deild ella ein lækna á sjúkrahúsinum, tá ið teir koma aftur til Føroya.

Útbúgving av yngri læknum og heilsustarvsfólki
Játtanin til útbúgving av yngri læknum verður munandi økt. Sjúkrahúsverkið hevur gjørt eina trý ára útbúgvingarætlan fyri útbúgving av yngri læknum. Ætlanin er í høvuðsheitum er at økja um talið á introduktiónsstørvum innan ymiskar sergreinar. Eitt introduktiónsstarv er eitt innleiðslustarv – kunnandi starv – innan ávísa sergrein, áðrenn læknin fer undir høvuðsútbúgving í somu sergrein.

Harumframt verður menning og útbúgving av øðrum heilsustarvsfólki eisini raðfest, eitt nú serútbúgving til sjúkrarøktarfrøðingar og læknaskrivaranæmingar.

Hægri raðfesting verður eisini til at seta serlæknar.

Styrkja stýringsamboðini í sjúkrahúsverkinum
Pengar verða játtaðir, so meira orka verður til arbeiði við hagtølum, hetta fyri millum annað at staðfesta bíðilistar. Betri hagtøl geva eisini eitt betri yvirlit yvir virksemið í sjúkrahúsverkinum, og harvið ber betri til at stýra virkseminum har. Ein avgerandi fortreyt fyri viðgerðartrygd er eitt gott yvirlit yvir virksemi innan heilsuverkið.

Harumframt hevur landsstýrismaðurin eisini raðfest at stytta bíðitíðirnar til útgreinandi kanningar. Tí hevur landsstýrismaðurin aftur í 2021 valt at raðfesta MR-skannarin, soleiðis skannarin verður tøkur hvørt gerandiskvøld.

Nógvar aðrar og týðandi raðfestingar eru í fíggjarlógaruppskotinum, millum annað betri tilboð til tey, ið líða av ADHD, demensrakt og seinheilaskadd.