15.09.2020 · Heilsumálaráðið

Heilsupolitiska kósin verður hildin

Heilsupolitiska kósin verður hildin

Nú eitt ár er farið av samgonguskeiðnum, ber til hjá landsstýrismanninum í heilsumálum at staðfesta, at heilsupolitiska kósin væl og virðiliga er hildin samsvarandi tí, sum varð stungið út í kortið í samgonguskjalinum. Hetta er galdandi bæði yvirskipað, og viðvíkjandi teimum ítøkiligu málunum í samgonguskjalinum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um, at gongd er í hvørjum tí einasta máli á heilsuøkinum, sum nevnt er í samgonguskjalinum. Og fleiri av ætlaðu átøkunum og tilboðunum eru longu farin at virka.

”Vit kunnu ikki annað enn vera errin av, at vit hava megnað so nógv higartil, serliga sæð í ljósinum av, at koronafarsóttin hevur herjað helvtina av tíðini, síðani samgongan tók við, og ikki minst hevur farsóttin havt ógvusliga órógv við sær á øllum økjum, sum hava við okkara heilsuverk at gera”, sigur landsstýrismaðurin.

Úr avrikslistanum kunnu hesi átøk takast fram:

  • Viðgerðartrygd

Eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni er viðgerðartrygd, har málið er, at eingin føroyingur skal bíða meira enn 30 dagar eftir at sleppa í viðgerð. Her verður arbeitt á fleiri mótum at fremja tað málið. Millum annað er skjót sjúkugreining (diagnostisering) ein fortreyt fyri viðgerðartrygdini, og ferð er sett á henda partin, umframt at útgreinandi arbeiðið at staðfesta orsøkirnar til teir einstøku bíðilistarnar er í gongd. Teir fyrstu bíðilistarnir eru almannakunngjørdir. Eisini eru ítøkilig stig tikin til at menna samstarvið við útlendsk sjúkrahús.

Ein liður í øllum hesum er atgongdin hjá føroyingum at fáa danskt cpr-nummar, tí samstarvið millum føroyska og danska heilsuverkið er so umfatandi og tætt. Hetta málið, sum Heilsumálaráðið tó ikki varðar av politiskt, er komið so langt, at tað nú er búgvið til politiska støðutakan. 

  • Demens

Í samgonguskjalinum stendur, at Føroyar skulu skipast sum eitt demensvinarligt samfelag í samsvar við Demensætlanina frá 2015.

Landsstýrismaðurin ætlar at raðfesta hetta økið í sambandi við fíggjarlógina fyri 2021.

  • Krabbamein

Samgonguskjalið ásetir, at ein nýggj krabbameinsætlan verður gjørd. Fundur hevur verið við Krabbameinsfelagið um hetta, og arbeiðssetningurin er orðaður. Í næstum verða ein stýrisbólkur og ein arbeiðsbólkur settir at standa fyri at gera nýggju krabbameinsætlanina.

  • Sálarheilsa

Tað er grundleggjandi fyri heilsupolitikkin hjá samgonguni, at sálarlig og likamlig heilsa verða javnstillað. Her eru stór stig longu tikin. Eitt nú er bíðitíðin til ADHD-útgreining, sum fyrr var trý ár, munandi stytt. Málið er, at bíðitíðin skal vera komin niður á tríggjar mánaðir innan eitt ár. Longu í ár verður ein royndarverkætlan sett í gongd við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð til 15-35 ára gomul, ið stríðast við angist ella tunglyndi. Verkætlanarleiðari er settur at standa fyri hesi royndarverkætlan, og arbeitt verður eisini við eini aðrari verkætlan, sum skal tryggja sálarsjúkum bráfeingishjálp á skaðastovum.

  • Rehabilitering

Í samgonguskjalinum stendur, at rehabilitering – endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing – skal styrkjast um alt landið, og ætlanir fyri og tilboð til tann einstaka sjúklingin skulu tryggjast í lóg.

Tvær milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini í ár til endurmenning, og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru longu tilboð til fólk við seinheilaskaða; 1,2 milliónir krónur eru settar av til tað endamálið.

Í heyst verður farið undir skipaðar endurvenjingar av fólki við parkinson, krabbameini, gikt, hjartasjúkum, lungasjúkum og diabetes. Hesar endurvenjingar eru staðsettar á teimum trimum sjúkrahúsunum. Eisini verður eitt tilboð um talupedagogiskan stuðul til apopleksirakt.

  • Fleiri serlæknar

Í samsvari við tað, sum sett er út í kortið í samgonguskjalinum, er serlæknamanningin innan kvinnusjúkur og barna- og ungdómspsykiatriina longu styrkt.

Umframt hesi ítøkiligu átøkini, sum øll beinleiðis hava við sær stórar batar hjá tí einstaka í sambandi við viðgerð og endurvenjing, er gongd sett á fleiri onnur átøk, ið skulu tryggja eina effektivisering av viðgerðini og rakstrinum av øllum trimum sjúkrahúsunum, fleiri heilsufaklig tilboð til føroyingar og fleiri og betri samstørv við heilsuverk og heilsumyndugleikar uttanlands.

Eitt mál, sum landsstýrismaðurin væntar sær nógv av, er samstarvið, sum er fingið í lag við danska Novo Nordisk Fonden um at byggja eina diabetesmiðstøð í Føroyum. Henda miðstøðin fer bæði at styrkja munandi um ta sera góðu diabetestilbúgvingina, vit longu hava í Føroyum, og ta læknavísindaligu granskingina.

Eisini eru onnur tilboð raðfest innan heilsumál hetta seinasta árið, eitt nú viðgerðir fyri rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu.

Nú skulu heilsupolitisku raðfestingarnar fyri næsta ár gerast í sambandi við, at nýggj fíggjarlóg skal smíðast, og landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um at taka ferðina av.

Árið 2021 fer uttan iva eisini at verða merkt av einari stórhending á heilsuøkinum, nevniliga stóru útbyggingini av Landssjúkrahúsinum við tí sonevnda H-bygninginum, sum skal takast í nýtslu næsta ár.