17.11.2017 · Heilsumálaráðið

Herða krøvini um fyribyrging og týning av rottu

Herða krøvini um fyribyrging og týning av rottu

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur lýst nýggja kunngerð um at fyribyrgja og og týna rottu. Kunngerðin, sum varð lýst í gjár og fær gildi um ársskifti. Kunngerðin avloysir gomlu kunngerðina frá 1962.

Endamálið við kunngerðini er m.a. at skipa fyribyrgingina betur á oyggjunum, har eingin rotta er.

Til tess verða praktisku og umsitingarligu uppgávurnar hjá kommunustýrinum í sambandi við rottutýning nágreinaðar. Somuleiðis skal betri innlit fáast til vega um rottustøðuna. Krøv verða sett til fráboðan, at  tá tú sært rottu, hevur tú skyldu til at fráboða hetta til kommununa, og krøv verða sett til skyldu hjá kommununi at skráseta rottufráboðan.

Við kunngerðini fær landsmyndugleikin eisini heimild til at leggja til rættis eina samskipaða rottutýning tvørtur um kommunu- og býarmørk í bygdum og óbygdum øki.

Uppgávan at týna rottur liggur framvegis hjá kommunum. Kommunan skal eitt nú útvega og rinda fyri eitur, rottufellur og annað tilfar, sum verður brúkt í rottutýningini. Kommunurnar skulu eisini seta skikkað aktingarfólk. Hvør bygd og hvør býur skal hava eitt aktingarfólk, sum tekur sær av kommunalu uppgávunum sambært kunngerðini.

Hinvegin er uppgávan hjá landsmyndugleikanum meira yvirskipað. Landsmyndugleikin skal meta um týningarætlanir, gera vegleiðing um at handfara og leggja eitur út og hvussu farast skal fram, um fráboðan er um rottu á rottufríu oyggjunum.

Eisini skal landsmyndugleikin hava eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini verða hildnar og syrgja fyri, at ein árlig uppgerð verður savnað um rottufyribyrging og týning um alt landið.