15.06.2025 · Heilsumálaráðið

Hevur tú rindað ov nógv í heilsutrygdargjaldi frá 2014 til 2023?

Hevur tú rindað ov nógv í heilsutrygdargjaldi frá 2014 til 2023?

Persónar, sum hava rindað heilsutrygdargjald í Føroyum frá 1. november 2014 til 31. desember 2023, og samstundis hava rindað heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi, kunnu søkja um at fáa heilsutrygdargjaldið í Føroyum endurrindað. Hetta er sambært løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi, sum varð samtykt í mai í ár.

Tú søkir á Borgaraglugganum

·       Rita inn

·       Vel Oyðubløð > Heilsutrygd > Afturrindan av heilsutrygdargjaldi

·       Fyll út og send

Síðsta freist at søkja er 31. desember 2025.

Søkir tú um endurgjald fyri tíðina eftir 2023?

Tá skalt tú søkja beinleiðis frá Heilsutrygd. Les meira á heimasíðuni hjá Heilsutrygd.