27.10.2017 · Heilsumálaráðið

Hitapumpuskipanir eru kappingarførar við oljufýr

Hitapumpuskipanir eru kappingarførar við oljufýr

Orkupolitikkurin hjá landsstýrissamgonguni nevnir ítøkiliga, at í 2025 skulu í minsta lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum í Føroyum hitast við grønari orku. Eitt av bestu amboðunum at røkka hesum máli er hitapumpur.

Seinastu 10 árini hava fleiri enn 1000 hús skift oljufýrið út við luft/vatn hitaskipan ella jarðhitaskipan. Tað er tó bara ein lítil partur, tí enn eru umleið 20.000 oljufýr í nýtslu.

Soleiðis sigur Kári M. Mortensen, deildarleiðari á Orku á Umhvørvisstovuni millum annað í nýggjari grein. Les alla greinina her