07.04.2022 · Heilsumálaráðið

Hjálparráðsnevndin havt sín fyrsta fund

Hjálparráðsnevndin havt sín fyrsta fund

Í februar í ár kom kunngerð um Hjálparráðsnevnd og kunngerð um ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð í gildi. Í hesum sambandi hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sett Hjálparráðsnevndina.

Hjálparráðsnevndin hevði sín fyrsta fund í dag saman við landsstýrismanninum.

Hjálparráðsnevndin skal tryggja borgarum eina javnbjóðis tænastu. Uppgávurnar hjá Hjálparráðsnevndini eru í høvuðsheitum at viðgera umsóknir um hjálparráð og taka avgerð um, hvat hjálparráð borgarin skal hava sambært yvirlitinum yvir hjálparráð, sum Heilsutrygd veitir ískoyti til, ein sokallaður positivlisti.

Endamálið við Hjálparráðsnevndini er at umsita økið sambært kunngerðini og positivlistanum.

Heilsutrygd varðar av Hjálparráðsnevndini, og hevur formannin og skrivaran í nevndini. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur valt tríggjar fastar limir, ið umboða Heilsutrygd, Apoteksverkið og Sjúkrahúsverkið. Harumframt eru tveir serkønir limir við læknafakligari útbúgving í nevndini. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 4 ár í senn.

Hesi manna Hjálparráðsnevndina:

  • Petur Martin Hansen; leiðsufulltrúi á Heilsutrygd og formaður
  • Nanna Knudsen, apotekari á Norðoya Apotek
  • Birna Jacobsen, deildarleiðari fyri tænastueindina á Klaksvíkar sjúkrahúsi
  • J. Theodor Høgagarð, serlækni í anæstesi og pínuviðgerð
  • Djóni Joensen, serlækni í almennum medisin

Á myndini omanfyri eru: Petur Martin Hansen, Kaj Leo Holm Johannesen, J. Theodor Høgagarð, Birna Jacobsen og Nanna Knudsen.

Ískoyti til ávís hjálparráð

Heilsutrygd veitir ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð sambært grein 10 í lógini um almenna heilsutrygd, sum verða útflýggjað á apoteki ella í sambandi við viðgerð á sjúkrahúsi.

Hjálparráð í hesum sambandi eru hjálparráð, sum eru liður í einari viðgerð, ella sum eru til persónar, sum ikki hava tørv á varandi hjálpartóli. Talan er ikki um hjálparráð, sum verða brúkt inni á viðgerðarstovnum, ella sum verða brúkt hjá persónum, sum hava ein varandi tørv. Heilsutrygd veitir ískoyti til gjald fyri hjálparráð at nýta í sambandi við heilivág. Sum dømi kann verða nevnt ískoyti til gjald fyri sproytur o.t., so sum pennar og pumpur til persónar við diabetes og t.d. astmamaskur, ið skulu nýtast saman við astmaheilivági.