24.05.2021 · Heilsumálaráðið

Í næstu viku kunnu øll bóka tíð til koppseting

Í næstu viku kunnu øll bóka tíð til koppseting

Nú fáa fólk í aldrinum 16-44 ár tilboð um koppseting. Nýggj sending við koppingarevni kemur til landið mikukvøldið 2. juni.

Í næstu viku fáa fólk aftur tilboð um koppseting, og nú sleppa fólk niður til 16 ár framat. Vegleiðingin um, hvør kann koppsetast, verður nevniliga víðkað. Hetta inniber, at fólk millum 16 og 44 ár nú fáa tilboð um koppseting.

Ung eru í øktum vanda fyri at verða smittað við Covid-19 og harvið smitta onnur. Nú fáa tey møguleika fyri at verða koppsett fyrr enn ætlað.

Eftir upprunaligu koppingarætlanini var aldursbólkurin 16-24 ár tann síðsti, sum fekk tilboð um koppseting, men nú er avgjørt, at øll millum 16 og 44 ár skulu hava møguleika at bíleggja tíð til koppseting.

Fólk 45 ár og eldri, sum ikki enn hava latið seg koppseta, hava sjálvandi eisini møguleika at bíleggja tíð til koppseting.

Næsta koppsetingarumfar verður miðskeiðis i næstu viku. Nýggj sending við koppingarevni kemur til Føroya mikukvøldið 2. juni, og hósdagin 3. juni verður koppsetingin tikin uppaftur.

Sjúkrahúsverkið boðar frá, tá latið verður upp fyri at bóka tíðir, og tað verður væntandi fyrst í næstu viku. Heitt verður á fólk, um ikki at fara inn á skipanina at bóka tíðir, fyrr enn latið verður upp aftur fyri hesum, tí hetta kann elva til órógv á skipanina. Sjúkrahúsverkið lýsir í miðlunum, tá skipanin er opin aftur, til at bíleggja koppsetingartíð.

 

COVID-19 Koppsetingarbólkurin