28.03.2019 · Heilsumálaráðið

- Í tí góða samfelagnum taka øll hond um hvønn annan

- Í tí góða samfelagnum taka øll hond um hvønn annan

Fyri tveimum vikum síðani skipaði Sinnisbati fyri ráðstevnuni "Lívið tætt at sálarsjúku". Landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg setti stevnuna við millum annað at vísa á, at vit øll eru avvarðandi, so ella so.

---

- Mín áskoðan hevur altíð verið tann, at vit øll eru avvarðandi. Í tí góða samfelagnum taka øll hond um hvønn annan.

Eg havi sjálv merkt sálarsjúku heilt tætt uppá – bæði sum familja, sum vinfólk og í gjøgnum mítt arbeiði sum heilsufrøðingur og sjúkrarøktarfrøðingur.

Havi upplivað at verið um foreldur, sum eru í fullkomnum villareiði, tí barnið stríðist við sálarliga sjúku. Havi lurtað meðan foreldrini við allar størsta kærleika hevur greitt frá sorgini.

Óttanum. Viðhvørt hjálparloysi. Meira enn so við skuldarkensluni. Og altíð ivanum.

Foreldrini føla hvussu allir dreymarnir, sum tey høvdu fyri børnini, skrambla saman.

Sum foreldur ynskir tú mest av øllum, at børnini skulu hava tað so gott sum til ber, men tá barnið fær eina sálarliga sjúku, so kennist tað sum um grundarlagið fyri sjálvum lívinum støkkur sundur.

Fótafestið verður mist eina løtu.

Hesa kenslu munnu øll avvarðandi hava – í størri ella minni mun. Tað er nevniliga tungt at vera avvarðandi. Uttan mun til um tú ert mamma, pápi, sonur, dóttir, vinur ella arbeiðsfelagi.

Men kortini finna vit orkuna til at hjálpa til. Avvarðandi brúka ótrúlig tíð og megi at hjálpa og seta ofta seg sjálvan og egnan tørv í aðru røð í royndini at stuðla tí sjúka.

Vit gera tað, tí vit vilja hjálpa. Tað góða er, at tað eisini munar.

Les alla røðuna her