31.10.2019 · Heilsumálaráðið

Kaj Leo Holm Johannesen á fundi við Novo Nordisk Grunnin

Kaj Leo Holm Johannesen á fundi við Novo Nordisk Grunnin

Í dag hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, verið á fundi við umboð fyri Novo Nordisk Grunnin.

Á fundinum kunnaðu umboðini fyri Novo Nordisk Grunnin um diabetesmiðstøðirnar, sum eru í Danmark og um komandi miðstøðina í Grønlandi.

Síðani tosaðu Kaj Leo Holm Johannesen og umboðini fyri Novo Nordisk Grunnin um, hvussu eitt samstarv millum Novo Nordisk Grunnin og føroyskar myndugleikar skal skipast innan diabetesøkið.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann er glaður fyri fundin. Hann fer nú undir at viðgera málið meira ítøkiliga saman við viðkomandi pørtum.

Á myndini omanfyri síggjast Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og Jannik Hilsted, Novo Nordisk Grunnurin.

 

Heilsumálaráðið