20.11.2019 · Heilsumálaráðið

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, vitjar Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, vitjar Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaðurin í heilsumálum vitjaði Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum heldur til í gomlu Landslæknahúsinum í Sigmundargøtu. Pál Weihe, yvirlækni, greiddi frá stovninum.

Stovnurin hevur stívliga tríati ár á baki. Meginvirksemið hevur verið kanningar av einstaklingum fyri sjúkur, elvdar av arbeiðsumhvørvi ella umhvørvinum annars og so gransking í, hvussu umhvørvið ávirkar fólk, serliga børn.

Deildin hevur haft og hevur eitt umfatandi granskingarvirksemi, sum er viðurkent víða um heim, og hevur tí fingið stóra altjóða fígging. Flestu granskararnir á deildini hittu landstýrismannin og søgdu stutt frá, hvat teir fingust við.