11.02.2020 · Heilsumálaráðið

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður vitjar Hvíldarheimið Naina

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður vitjar Hvíldarheimið Naina

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen hevur í gjár vitjað Hvíldarheimið Naina í Gundadali. Bygningurin, sum liggur umringaður við náttúruvakurleika og mitt í Havnini. Ein sannur fongur fyri føroyingar at eiga eitt slíkt heim.

Landsstýrismaðurin sigur, at nøgdsemi setur dagsskránna á Naina. So skjótt ein kemur inn um hurðina, merkist beinanvegin ein positivur andi; at hetta er eitt stað, har fólk kenna seg væl, og har gestir kenna seg at vera sera væl komnar. Hvíldarheimið Naina er fyri allar føroyingar líka mikið, hvar í landinum ein býr.

Her starvast góð og dugnalig fólk við einari góðari leiðslu, sum hava megnað at hildið lív í tí neista, sum fyri mongum árum síðani, varð kveiktur. Heimið hevur eisini øll árini borið brá av góðum og heitum hondum.

Ætlanin av fyrstan tíð við Hvíldarheiminum var, at hetta skuldi vera eitt stað, har serliga føroyskar kvinnu kundu fáa sálarbót, hvílu og koma fyri seg aftan á sjúku, ella tær á ein ella annan hátt ikki megnaðu gerandisdagin. Hesa uppgávuna hava tit í leiðsluni saman við starvsfólkunum so dyggiliga megnað.

Tey seinastu árini er mest sum javnvág millum kynini, so nú eru eisini fleiri menn á heiminum, sum fáa heilsubót, sum eisini síggja út til at trívast væl.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað hevði verið til gagns fyri brúkararnar og vitjandi, um ein lyfta var millum hæddirnar, og at atkomuviðurskiftini vórðu betri. Eg fari at kanna møguleikarnar fyri, hvussu hetta best kann gerast.