03.03.2022 · Heilsumálaráðið

Kommunulæknaútbúgvingin fyllir 20

Kommunulæknaútbúgvingin fyllir 20

Síðan 1. mars 2002 hava 33 læknar tikið høvuðsútbúgving í almennum medisini – kommunulæknaútbúgving – í Føroyum. Tann seinasti í røðini bleiv liðugur við útbúgvingina mánadagin 28. februar. Áhugin fyri øðrum læknaligum útbúgvingum í Føroyum er eisini stórur. Útbúgvingarnar fara framhaldandi at hava høga raðfesting, sigur landsstýrismaðurin

Fyri at gerast kommunulækni krevst serútbúgving, eisini nevnt høvuðsútbúgving, í almennum medisini, og síðan tað fyri júst 20 árum síðan gjørdist møguligt at taka hesa útbúgvingina í Føroyum, hevur áhugin verið stórur.

Tað var 1. mars 2002, at tann fyrsti ungi læknin fór undir sína høvuðsútbúgving í almennum medisini – kommunulæknaútbúgvingina – í Føroyum, og síðan eru tilsamans 33 kommunulæknar útbúnir. Av teimum starvast 21 í dag sum kommunulæknar í Føroyum.

Tað merkir samstundis, at støðugt fleiri av teimum føroysku kommunulæknunum hava eina føroyska serútbúgving. Tað eru tilsamans 35 kommunulæknastørv í Føroyum.

Høg raðfesting

Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um stóra áhugan fyri føroysku kommunulæknaútbúgvingini og øðrum læknaligum útbúgvingum í Føroyum.

Vit stremba eftir, at tað skal vera møguligt at taka so nógvar serútbúgvingar sum møguligt í Føroyum. Tað tænir sjálvsagt læknum og teimum læknalesandi sjálvum, og sera góða ávirkanin, sum tað hevur á rekrutteringina av føroyskum kommunulæknum og serlæknum annars, eigur ikki at undirmetast. Tí eru læknaligu útbúgvingarnar í føroyska sjúkrahúsverkinum avgjørt eitt øki, sum framhaldandi fer at hava høga raðfesting.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Fleiri útbúgvingar

Kommunulæknaútbúgvingin er tann einasta læknaliga serútbúgvingin, sum tað í fullum líki ber til at taka í Føroyum, men síðan 2002 er so líðandi lagt afturat samlaðu játtanini til útbúgving av yngri læknum. Samlaða  játtanin til útbúgving av yngri læknum er í ár 12,5 milliónir krónur.

Tað merkir, at tað í dag eisini ber til at taka partar av øðrum høvuðsútbúgvingum í Føroyum, umframt at talið av ungum læknum í KBU-størvum og introduksjóns-størvum, vanliga rópt intro-størv, er økt. KBU er stytting fyri Klinisk Basisuddannelse og er tað, ið fyrr kallaðist turnus.

KBU er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum. Næsta stig er eitt intro-starv, sum er eitt hálvt til eitt heilt ár innan fyri valda serlæknagrein, áðrenn læknin fer undir høvuðsútbúgving í serlæknagreinini.

Umsøkjarar við atknýti at Føroyum, ella sum duga føroyskt, hava fyrimun, tá tað snýr seg um KBU-størvini. Áhugin er stórur, og 16-20 KBU-læknar starvast árliga í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í løtuni verður lýst eftir 10 KBU-læknum at seta komandi vár.

Stórur áhugi, bæði hjá føroyskum og útlendskum læknum, er eisini fyri intro-størvunum. Í løtuni eru 12 læknar í intro-størvum í sjúkrahúsverkinum.