12.11.2021 · Heilsumálaráðið

Koppingarevnið, sum verður brúkt í Føroyum, er trygt

Koppingarevnið, sum verður brúkt í Føroyum, er trygt

Bæði landsapotekarin og landslæknin vísa aftur, at koppingarevnið, ið verður brúkt í Føroyum fyri COVID-19, ikki er nóg væl kannað. Ongantíð áður eru so nógv data fingin til vega um eina nýggja vaksinu ella nýggjan heilivág, sum um júst hesi koppingarevnini, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari

Tað eru framvegis røddir, sum tvíhalda um, at koppingarevnini fyri COVID-19 eru ov illa kannað, og at vit ikki vita nóg nógv um langtíðarárinini av koppingarevnunum. Tí vilja hesi ikki lata seg koppseta fyri korona.

Bæði Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, og Lars Fodgaard Møller, landslækni, vísa uppáhaldinum aftur og staðfesta, at brúktu koppingarevnini eru trygg. Teir umboða ávikavist evsta heilivágsfakliga myndugleikan og evsta læknafakliga myndugleikan í Føroyum.

Landsapotekarin vísir á, at meira enn 7,3 milliardir skamtar av koppingarevni eru latnir fólki, síðan fyrstu koppingarevnini komu fram fyri umleið einum ári síðan, og óvanliga væl verður fylgt við, fyri at lofta møguligum óætlaðum hjáárinum.

Hann leggur eisini dent á, at bæði tann amerikanski heilivágsmyndugleikin, FDA (Food and Drug Administration), og ES-heilivágsmyndugleikin, EMA (European Medicines Agency), hava góðkent koppingrevnini. Bæði FDA og EMA hava ógvuliga strang krøv til skjalfestar royndir, áðrenn eitt einasta prik verður latið, og til afturmeldingar um hjáárin aftaná.

Eg kundi skilja, at onkur var ivasamur fyri einum ári síðan, tá alt hetta var spildurnýtt, og koppingarevni komu fram við neyðgóðkenning, tí at støðan í heimshøpi var desperat. Síðan eru nøkur sløg av koppingarevni eisini farin av aftur marknaðinum, júst tí ivi var reistur um tey. Á okkara leiðum verða í dag bara koppingarevnini hjá Pfizer/BioNTech og Moderna brúkt, og tey hava bæði fingið endaliga góðkenning frá FDA og EMA. Eftir fleiri milliardir prik við hesum koppingarevnum eru ongar afturmeldingar komnar um álvarslig hjáárin, sum hava fingið myndugleikarnar at ivast tað minsta í trygdini ella umhugsa at taka góðkenningarnar aftur. Tí skilji eg heldur ikki, at nakar framvegis tvíheldur um,  at ov fáar kanningar og upplýsingar eru til skjals.
Hjalti Gunnarstein, landsapotekari

Lars Fodgaard Møller, landslækni, skilir heldur ikki ivan og mótstøðuna.

Vit hava við eina hættisliga sjúku at gera, sum vit tó tíbetur hava fingið eitt vápn ímóti. Heimsheilsustovnurin WHO endurtekur hvønn dag síni tilmæli til øll heimsins fólk um at lata seg koppseta, og tað er væl og virðiliga prógvað allastaðni, at tey koppsettu eru fleiri ferðir so væl vard ímóti at verða smittað við COVID-19 sum ókoppsett, og at tey eisini eru fleiri ferðir so væl vard ímóti at gerast hættisliga sjúk ella doyggja, skuldu tey kortini blivið smittað. Ongi álvarslig hjáárin eru av koppingarevninum, vit brúka, og tí eigur ongin at ivast í at lata seg koppseta.
Lars Fodgaard Møller

COVID-19 koppsetinarbólkurin