17.12.2020 · Heilsumálaráðið

Koppseting byrjar ímillum jóla og nýggjárs

Koppseting byrjar ímillum jóla og nýggjárs

Heilsu- og røktarstarvsfólk standa fyrst fyri at verða koppsett fyri koronu, síðani verða tað eldri og veik fólk og at enda tann breiða fjøldin. Tað ræður tó enn um at vera sera varin og fylgja øllum koronutilmælunum, leggur landsstýrismaðurin í heilsumálum dent á. Tí koppingarevni verjir ímóti sjúku, men lekir ikki tey, sum longu eru smittað.

Annan jóladag væntast fyrstu skamtirnir av koppingarevni fyri koronu at koma til landið, og síðani verður beinanvegin farið undir at koppseta tey, ið standa í fremstu røð í heilsuverkinum og á ellis- og røktarheimum.

Í fyrstu syftu rokna vit við at fáa um 4.800 skamtir til landið. Tað røkkur til umleið 2.400 fólk, tí neyðugt er at koppseta tvær ferðir við trimum vikum ímillum.

Starvsfólk í eldrarøktini verða koppsett í serligum hølum í Havn. Í Vágum og Sandoynni verður koppsett í flytandi eindum, og annars fer koppsetingin fram á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Talan er um vaksinu, ið nevnist Tozinameran, og sum er ment av heilivágsfyritøkunum Pfizer og BioNTech í felag. Effektiviteturin er roknaður at vera 95 prosent.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fekk handað koppsetingarætlanina í gjár frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt hana. Ætlanin umfatar millum annað tilmæli um, í hvørji raðfylgju føroyingar skulu koppsetast.

Mælt verður til, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyrst, og hesir starvsfólkabólkar verða beinleiðis nevndir í tilmælinum:

  • Kommunlæknar og teirra starvsfólk
  • Læknavaktin
  • Bráðmóttøkan á Landssjúkrahúsinum (G1)
  • Skaðastovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
  • Skaðastovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
  • Sjúkraflutningstænastan
  • Koronudeildin
  • Tey, ið taka royndir við at pota
  • Heilsu- og røktarstarvsfólk á røktar- og ellisheimum

Í koppsetingarætlanini eru trý høvuðsmál sett fyri koppsetingini, 1) minka um deyðstíttleika og álvarsliga sjúku elvd av covid-19 mest møguligt, 2) minka smittuútbreiðsluna í landinum og tryggja tamarhald á farsóttini, og 3) tryggja samfelagsviðkvæmar høvuðsfunksjónir.

Fyri at røkka hvørt av høvuðsmálunum eru so aftur gjørdar raðfestingar fyri koppsetingarraðfylgju fyri ymsar samfelagsbólkar.

Føroyar fáa lut í kvotuni hjá ES ígjøgnum Danmark , og skamtirnir verða keyptir til Føroya frá Statens Seruminstitut. Tað verða væntandi umleið 4.800 skamtir til umleið 2.400 fólk tøkir í fyrstu syftu, men í heilsuverkinum vita tey ikki við vissu, hvussu títtar næstu sendingarnar verða. Tí ber enn heldur ikki til at siga við vissu, júst nær allir føroyingar kunnu vera koppsettir.

Men hópframleiðslan av koppingarevni gongur skjótt, og tí verður væntað, at farast kann undir at koppseta eldri og heilsuveik fólk longu í næsta mánað.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, er fegin um, at tíðarfestingin fyri koppsetingini bleiv nakað framskundað, og at endin nú hómast á herviligu heimsfarsóttini.

Tað er ein stórur lætti, at vit nú fáa vart okkum fyri hesi óhugnaligu sjúkuni, og at koppsetingin kann byrja longu um eina viku ella stívliga tað. Men vit mugu ikki gloyma, at vit samstundis eru mitt í einari tíð, har smittuvandin helst er serliga stórur orsakað av jólunum og samveru í tí sambandinum. Tí er tað sera umráðandi, at vit ikki sleppa endanum nú. Vit mugu minnast til, at koppsetingin virkar fram eftir og verjir ímóti smittu, men hon nyttar onki hjá tí, sum longu er vorðin smittaður, sigur hann.