04.05.2020 · Heilsumálaráðið

Koronatølini almenn á middegi framyvir

Koronatølini almenn á middegi framyvir

Framyvir verða koronatølini dagførd um middagsleitið og ikki um morgunin, sum tey hava verið higartil.

Hetta merkir, at samlaðu hagtølini yvir smittu, frísk, sóttarhald, kanningar, innløgd og deyð verða dagførd á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og www.corona.fo um middagsleitið.

Næstu ferð nýggj koronatøl verða almannakunngjørd, verður í morgin um middagsleitið.