02.12.2019 · Heilsumálaráðið

Krabbameinsfelagið á vitjan hjá Kaj Leo Holm Johannesen

Krabbameinsfelagið á vitjan hjá Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum hevur í dag havt vitjan av Krabbameinsfelagnum. Krabbameinsfelagið er samansett av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, fyrrverandi krabbameinssjúklingum og øðrum, og verður stýrt av eini 5-manna nevnd.

Felagið ráðgevur, hjálpir og umboðar krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi alt eftir tørvinum hjá málbólkunum. Felagið ger eisini eitt stórt arbeiði við at upplýsa um krabbameinssjúkur og ráðgevur um fyribyrging. Felagið stuðlar og upplýsir um gransking í krabbameini.

Í dag hevur Krabbameinsfelagið kunnað um virksemið hjá felagnum.

Heilsumálaráðið