29.05.2020 · Heilsumálaráðið

Kunngerð um góðkenning av stovnum, ið veita rúsviðgerð, sett í gildi

Kunngerð um góðkenning av stovnum, ið veita rúsviðgerð, sett í gildi

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur sett í gildi kunngerð um góðkenning av stovnum, ið veita rúsviðgerð. Kunngerðin ásetur nærri treytir og innihald til umsókn og góðkenning av einum tílíkum viðgerðarstovnum.

Sambært lógini um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð, sum fekk gildi í fjør, skulu viðgerðarstovnar søkja Heilsutrygd um góðkenning til at virka sum viðgerðarstovnur. Fyri at fáa góðkenning, er treytin, at tilboðið eftir einari heildarmeting hevur neyðugu dygdina. Ymisk atlit verða tikin, tá Heilsutrygd skal meta um dygdina á einum viðgerðartilboði. Eitt nú skulu hølisviðurskiftini verða nøktandi, og somuleiðis skal starvsfólkabólkurin samanlagt hava viðkomandi útbúgvingar og royndir við rúsdrekka- og rúsevnaviðgerð.

Mett verður, at slík krøv kunnu tryggja dygdina á viðgerðartilboðunum til gagns fyri tey, ið stríðast við bundni av rúsdrekka ella rúsevnum og teirra avvarðandi.

Sí nýggju kunngerðina her