26.07.2019 · Heilsumálaráðið

Kunngerð um sterkstreymsreglugerð

Kunngerð um sterkstreymsreglugerð

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur sett í verk kunngerð um sterkstreymsreglugerð o.a., ið ásetir reglur um m.a. gerð og rakstur av sterkstreymsútbúnaðum.

Danska sterkstreymsreglugerðin hevur verið í gildi í Føroyum, sbr. kunngerð nr. 173 frá 21. september 1993 um ígildissetan av sterkstreymsreglugerð v.m. Í Danmark er komin nýggj sterkstreymslóg, og sterkstreymreglugerðin er sbrt. teirri lógini sett úr gildi í Danmark, og kundi hetta skapa iva um, hvørjar reglur galda í Føroyum.

Nýggja kunngerðin um sterkstreymsreglugerð o.a. er sett í gildi soleiðis, at tað gongur greitt fram av kunngerðini, hvørjar reglur í sterkstreymsreglugerðini framvegis eru í gildi í Føroyum, hóast reglugerðin er tikin av í Danmark. Sanstundis verða reglurnar í galdandi kunngerð dagførdar.

Uppskot til nýggja lóg um eltrygd (eltrygdarlógin), varð lagt fyri tingið vár. Tað var eitt av uppskotunum, sum fall burtur tá Løgtingið fór í summarfrí. Ætlandi verður uppskotið lagt framaftur komandi tingsetu, og reglurnar í kunngerðini um sterkstreymsreglugerð o.a., sum nú er sett i gildi, verða í gildi, til tær verða avloystar av nýggjum reglum sambært eini nýggjari eltrygdarlóg.

Kunngerð nr. 173 frá 21. september 1993 um ígildissetan av sterkstreymsreglugerð v.m. er samstundis fallin burtur.

Sí nýggju kunngerðina her.