14.02.2019 · Heilsumálaráðið

Kunning: Viðvíkjandi markinum millum abort og eina deyðføðing

Kunning: Viðvíkjandi markinum millum abort og eina deyðføðing

Markið millum abort og eina deyðføðing er 22 vikur sambært Sundhedslógini, ið varð sett í gildi fyri Føroyar á heysti í fjør.

Tann 1. september í 2018 varð Sundhedsloven sett í gildi í Føroyum. Ein av ásetingunum í lógini (§ 189, stk. 1) ásetur greitt markið millum abort og eina deyðføðing. Markið er 22 vikur. Tað hava annars verið ivamál um markið í Føroyum er 22 ella 28 vikur, og tí metir Heilsu- og innlendismálaráðið at tørvur er á at kunna um hesa staðfesting í lógini.

Sí kunningarskrivið frá Heilsu- og innlendismálaráðnum her

Markið hevur týdning

Spurningurin um talan er um eina abort ella eitt deyðføtt barn hevur týdning fyri rættindini hjá kvinnuni aftaná føðing. Til dømis í sambandi við barsislfarloyvi. Um børn verða fødd eftir at 22. vika er farin aftur um - uttan mun til um tað er deyðføtt ella ikki - er talan um eitt barn, sum t.d. skal jarðast og skrivast í kirkjubókina, umframt at faðirskapur skal staðfestast. Eisini verður barnið partur av burðarhagtølunum og líksýn skal fremjast.