23.03.2020 · Heilsumálaráðið

Læknavaktin 1870 verður broytt aftur til at virka sum vanligt

Læknavaktin 1870 verður broytt aftur til at virka sum vanligt

Frá týsdegnum 24. mars 2020, kl. 8:00 verður læknavaktin 1870 broytt aftur, soleiðis at borgarar frameftir skulu ringja beinleiðis til kommunlækna í dagtíð gerandisdagar. Í kommunulæknaviðtalunum verður telefonin svarað fram til kl. 16:00.

Borgarar, sum ikki hava ein fastan kommunulækna at venda sær til, kunnu venda sær til annan kommunulækna.

Eftir kl. 16:00 gerandisdagar og í vikuskiftunum skulu borgarar venda sær til 1870.

Kommunulæknafelagið metir, at borgararnir fara at fáa eina betri tænastu, um teir kunnu ringja beinleiðis til kommunulæknan í dagtíð.