
Á myndini frá vinstru: Hákun Djurhuus Jacobsen, orkufrøðingur hjá Landsverki, Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Verkætlanardeildini á Landsverki, Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum, Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum og Jóan Símun Saltá, depilsleiðari á Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum.
Landssjúkrahúsið hevur, saman við Landsverki, gjørt avtalu við P/F Fjarhitafelagið at leggja ein stóran part av oljunýtsluni um til fjarhita. Hetta merkir eina grøna orkuskipan, ið fer at minka oljunýtsluna á Landssjúkrahúsinum við umleið eini millión litrum av olju árliga – svarandi til umleið ein triðing av samlaðu oljunýtsluni í bygningum hjá landinum.
Leiðingin verður løgd frá Frælsinum til hitamiðstøðina á Eirargarði, og verður hitaveitingin frá Fjarhitafelagnum klár at virka tíðliga í 2026.
Avtalan merkir, at Landssjúkrahúsið fær eina umhvørvisvinarliga og støðuga orkuloysn, meðan Fjarhitafelagið í serligum føri kann brúka avlopsorku frá hitamiðstøðini á Eirargarði.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur:
Eg fegnist um samstarvið millum P/F Fjarhitafelagið og Landssjúkrahúsið. Saman taka vit ábyrgd fyri framtíðini og liva upp til okkara grønu visjónir.