17.04.2023 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan á aðalfundi hjá Nýrafelagnum

Landsstýriskvinnan á aðalfundi hjá Nýrafelagnum
1 / 2

Sunnudagin varð Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, boðin at luttaka á aðalfundinum hjá Nýrafelagnum.

Eg eri sera fegin um, at eg fekk høvi at luttaka á aðalfundinum hjá Nýrafelagnum. Eftir eitt gott prát við nevnd og limir, sum luttóku á fundinum, havi eg nú størri innlit í, hvussu tað er at liva við nýrasjúku í Føroyum. Tað er at gleðast um, at nýrasjúklingar skjótt fara at fáa tilboð um dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

Fyri páskir samtykti Løgtingið fíggjarlógina fyri 2023, har játtan er ásett til at skipa dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Landsstýriskvinnan greiddi millum annað frá ætlanunum um dialysuviðgerð í Suðuroy, og fekk høvi at práta við nevndina og limirnir, sum vórðu møtt til aðalfundin.

Mynd 1: Margit Stórá, landsstýriskvinna, og Jórun Høgnesen, forkvinna í Nýrafelagnum.

Mynd 2: Landsstýriskvinnan saman við nevndini og limum í Nýrafelagnum.