Fríggjadagin var Krabbameinsfelagið á fundi hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum. Á fundinum kunnaði Krabbameinsfelagið um virksemið hjá felagnum, og tey umrøddu nýggju krabbameinsætlanina. Krabbameinsfelagið fegnaðist um, at krabbameinsráðið er sett og farið til verka.
Eftir fundin segði landsstýriskvinnan:
Eg eri sera takksom fyri, at vit hava eitt felag sum Krabbameinsfelagið í Føroyum. Krabbameinsfelagið er ein stórur stuðul hjá krabbameinssjúklingum og avvarðandi hjá teimum, tá ið mótloysið og stúran ofta taka ræði.
Krabbameinsfelagið
- Ráðgevur, hjálpir og umboðar krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi
- upplýsir um krabbameinssjúkur og fyribyrging
- Stuðlar og upplýsir um gransking í krabbameini
Krabbameinsfelagið verður stýrt av eini 5-manna nevnd, samansett av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, fyrrverandi krabbameinssjúklingum og øðrum.