13.03.2023 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan á fundi við Krabbameinsfelagið

Landsstýriskvinnan á fundi við Krabbameinsfelagið

Fríggjadagin var Krabbameinsfelagið á fundi hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum. Á fundinum kunnaði Krabbameinsfelagið um virksemið hjá felagnum, og tey umrøddu nýggju krabbameinsætlanina. Krabbameinsfelagið fegnaðist um, at krabbameinsráðið er sett og farið til verka.

Eftir fundin segði landsstýriskvinnan:

Eg eri sera takksom fyri, at vit hava eitt felag sum Krabbameinsfelagið í Føroyum. Krabbameinsfelagið er ein stórur stuðul hjá krabbameinssjúklingum og avvarðandi hjá teimum, tá ið mótloysið og stúran ofta taka ræði.
Krabbameinsfelagið
  • Ráðgevur, hjálpir og umboðar krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi
  • upplýsir um krabbameinssjúkur og fyribyrging
  • Stuðlar og upplýsir um gransking í krabbameini

Krabbameinsfelagið verður stýrt av eini 5-manna nevnd, samansett av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, fyrrverandi krabbameinssjúklingum og øðrum.