14.04.2023 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan á vitjan hjá Skálafjarðar læknadømi

Landsstýriskvinnan á vitjan hjá Skálafjarðar læknadømi

Hósdagin vitjaði Margit Stórá, landsstýriskvinna i heilsumálum, læknaviðtalurnar í Skálafjarðar læknadømi.

Í Skálafjarðar læknadømi eru fýra viðtalur; tríggjar viðtalur liggja í Runavík og ein liggur á Strondum. Landsstýriskvinnan byrjaði vitjanina í Runavík, har borgarstjórarnir í Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu tóku ímóti. Í Heilsumiðstøðini í Runavík varð landsstýriskvinnan víst runt at síggja umstøðurnar og fekk høvi at práta við starvsfólk í viðtaluni. Síðani fóru landsstýriskvinnan og borgarstjórarnir til Strendur at heilsa uppá og práta við starvsfólkini í viðtaluni á Strondum.

Vitjanirnar eru liður í, at landsstýriskvinnan, við støði í samgonguskjalinum, hevur raðfest at nýhugsa heilsutilboðini í nærumhvørvinum hjá borgaranum.

“Tað er av størsta týdningi, at heilsutænasturnar, sum eru nær borgaranum, eru samantvinnaðar og samstarva, so borgarin altíð fær ta hjálp, sum tørvur er á.“, sigur landsstýriskvinnan.

Á mydnini omanfyri eru; Torbjørn Jacobsen, Margit Stórá, Artur Johansen og Súni í Hjøllum.