23.05.2023 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan á vitjan í Suðuroynni

Landsstýriskvinnan á vitjan í Suðuroynni
1 / 2

Í gjár var Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, á vitjan í Suðuroy.

Vitjanin byrjaði fyrrapartin á Suðuroyar sjúkrahúsi, har Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi og Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi tóku ímóti landsstýriskvinnuni.

Víst varð runt á sjúkrahúsinum, landsstýriskvinnan fekk millum annað høvi at heilsa uppá starvsfólk á sjúkrahúsinum, og varð kunnað um, hvussu gongur við fyrireikingunum at skipa dialysuviðgerðir á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Seinnapartin gekk leiðin fyrst oman á Seglloftið, har fundur var við borgarstjórarnar í Suðuroy. Endamálið við fundinum var at umrøða, hvussu tilboðini um heilsutænastur kunnu nýhugsast, so borgarar í Suðuroynni kunnu fáa tilboð um enn fleiri heilsutænastur í nærumhvørvinum.

At enda varð vitjað í læknamiðstøðini í Vági, har landsstýriskvinnan heilsaði uppá og prátaði við starvsfólkið í viðtaluni.

Mynd á sjúkrahúsinum:

Frá vinstru: Gunnbjørg Guttesen, Margit Stórá og Hans Pauli Henryson.

Mynd eftir fundin við borgarstjórarnar:

Frá vinstru: Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, Margit Stórá, Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi.