02.03.2023 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan bar fram eina røðu á aðalfundinum hjá Sinnisbata

Landsstýriskvinnan bar fram eina røðu á aðalfundinum hjá Sinnisbata

“Javnseting av kropsligum sjúkum og sálarligum sjúkum hevur sjálvsagt stóran týdning fyri at kunna røkka málinum um at bróta niður øll tabu rundan um sálarsjúku og tryggja javnbjóðis raðfestingar.

Eisini hetta sæst nú aftur í føroyska heilsuverkinum. Í nýbyggingini á Landssjúkrahúsinum er til dømis tikin stig til at hjálpa upp á avstigmatiseringina av sálarligum sjúkum, við at tað verður ein høvuðsinngongd til sjúkrahúsið – sum øll brúka, líka mikið, hvat teimum feila.”

Millum annað hetta segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, tá landsstýriskvinnan bar fram eina røðu á aðalfundinum hjá Sinnisbata.

Aðalfundurin hjá Sinnisbata varð hildin í hølunum hjá MEGD á Íslandsvegnum týskvøldið. Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.