17.02.2023 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan heilsaði uppá krabbameinsráðið

Landsstýriskvinnan heilsaði uppá krabbameinsráðið

Krabbameinsráðið varð tilnevnt beint fyri løgtingsvalið í fjør. Í gjár varð Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum á fundi við krabbameinsráðið, har hon fekk høvi at heilsa uppá limirnar og tey umrøddu, hvat krabbameinsráðið fer undir at arbeiða við komandi tíðina.

69 tilmælir eru í krabbameinsætlanini, øll kunnu ikki setast í verk í senn. Tí er tað sera týdningarmikið, at tilmælini verða raðfest og síðan sett í verk stig fyri stig.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 er játtan raðfest til átøk innan krabbameinsøkið, soleiðis at fyrstu tilmælini kunnu setast í verk í ár.

Krabbameinsráðið er eitt ráð undir Heilsumálaráðnum. Endamálið hjá ráðnum er at ráðgeva og vegleiða politiska myndugleikanum og heilsumyndugleikanum í Føroyum. Fyrsta uppgávan verður at ráðgeva, hvussu tilmælini í Krabbameinsætlan fyri Føroyar 2022 verða sett í verk.

Harumframt fer krabbameinsráðið at umrøða og fylgja við í aktuellum og týdningarmiklum evnum innan økið. Við sínari ráðgeving og vegleiðing til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, skal ráðið verða við til at stuðla undir eina góða og hóskandi framgongd á krabbameinsøkinum til gagns fyri sjúklingar og avvarðandi.

Krabbameinsráðið er mannað við limum, sum hava holla vitan innan krabbameinsøkið. Ráðið verður valt fyri fýra ár í senn. Tey sum manna krabbameinsráðið eru:

  • Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum, formaður
  • Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri,
  • Tordis Kristiansdóttir, yvirlækni í onkologi
  • Eyðfinnur Olsen, yvirlækni í parenkymkirurgi
  • Ingun Gaardbo, sjúkrarøktarfrøðingur, deildarleiðari á Vesturskin
  • Katrin Danielsen, kommunulækni
  • Magni Mohr, professari
  • Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum
  • Eyðvør Mortensen, deildarleiðari, Almannaverkið
  • Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum
Á myndini omanfyri frá vinstru:

Tordis Kristiansdóttir, Eyðvør Mortensen, Katrin Danielsen, Eyðfinnur Olsen, Bjarni á Steig, Ingun Gaardbo, Margit Stórá, Jan Simonsen, Durita Tausen og Tummas í Garði. Magni Mohr vantar á myndini.