04.12.2017 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan hevur tilnevnt limirnar í Etiska Ráðnum

Landsstýriskvinnan hevur tilnevnt limirnar í Etiska Ráðnum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur tilnevnt teir tilsamans níggju limirnar, sum fara at mynda Etiska ráðið komandi fýra árini. Hildur við Høgadalsá verður forkvinna í nýggja ráðnum, sum fer til verka um ársskiftið.

Tey tilnevndu eru:

Hildur við Høgadalsá er tilnevnd forkvinna. Hildur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið limur í  Sjúkrarøktaretiska ráðnum, harumframt var hon eitt tíðarskeið forkvinna í ráðnum. Á yrkisleið síni hevur hon starvast víða innan heilsuverkið, harav meginpartin av tíðini á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum.

Tilnevnd av landsstýriskvinnuni í heilsumálum.

Steintóra Samuelsen, serlækni í gynækologi/obstretrik og starvast sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.

Tilnevnd av landsstýriskvinnuni í heilsumálum.

Jógvan D. Hansen, útbúgvin Cand. Phil. og starvast sum lærari í heimsspeki.

Tilnevndur eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

Richard Schwartzson, útbúgvin farmaceut MSc (IT) og er KT leiðari á Tjaldurs Apoteki.

Tilnevndur eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

Sólbjørg Frederiksberg, útbúgvin fysioterapeutur og starvast á fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum.

Tilnevnd eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

Jákup H. Foldbo, útbúgvin Cand. Scient. Soc. og starvast sum trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu.

Tilnevndur eftir tilmæli frá Kommunufelagnum.

Leif Olsen, útbúgvin sosialráðgevi og starvast sum ráðgevi í Almannaverkinum.

Tilnevndur eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni í almannamálum.

Debes H. Christiansen, útbúgvin lívfrøðingur og starvast sum deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Tilnevndur eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum.

Marjun Bæk, fyrrverandi sóknarprestur og hevur eisini í fleiri ár virkað sum sjómansprestur.

Tilnevnd eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni í mentamálum.

Um Etiska ráðið

Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hava ávirkan á lívið hjá menniskjum.

Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkinum.

Etiska ráðið hevur skyldu til at fylgja menningini á tí bio- og ílegutøkniska økinum og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøkni.

Ráðið virkar óheft og velur sjálvt tey evni og teir spurningar, sum ráðið tekur til viðgerðar innan lógarásettu karmarnar. Ikki er neyðugt, at ráðið er samt í sínum niðurstøðum um ávís mál, tí endamálið er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, heldur enn at koma við avgjørdum niðurstøðum.

Etiska Ráðið fer til verka 1. januar 2018