1 / 5
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, setti Fólkaheilsu- og matumhvørvisráðstevnuna í morgun.
Tað er Heilsustýrið, ið hevur tikið stig til at skipa Fólkaheilsu- og matumhvørvisráðstevnuna, sum varð hildin í Kongshøll.
Tá talan er um fólkaheilsu og matumhvørvi, er umráðandi, at brúkarin fær bestu karmarnar, og neyðugt er, at partarnir, sum bygnaðarliga varða av føroysku fólkaheilsuni, lyfta í felag. Hesi viðurskifti vórðu millum annað viðgjørd á ráðstevnuni.
Setanarrøðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.