05.06.2025 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan setti ráðstevnu um vitlíki og etikk

Landsstýriskvinnan setti ráðstevnu um vitlíki og etikk

Í síðstu viku setti Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, ráðstevnuna “Vitlíki og etikkur innan heilsuverkið og almenna geiran”, sum Etiska ráðið skipaði fyri í Kongshøll.

Í røðuni legði landsstýriskvinnan dent á, at vitlíki sannlíkt fer at hava við sær stórar broytingar og møguleikar fyri heilsuøkið og almenna geiran. Hon nevndi m.a., at vitlíki kann stuðla starvsfólkum, minka arbeiðsbyrðuna og betra tænastustøðið til borgaran, bæði tá tað kemur til røkt, viðgerð og umsiting.

Landsstýriskvinnan legði eisini dent á, at tøkniliga menningin krevur greiða stýring og siðiliga viðgerð. Hon vísti á, at tørvur er á eini yvirskipaðari ætlan fyri nýtslu av vitlíki og heitti á fakfólk, granskarar og politikarar um at vera við til at mynda hesar karmar.

Á ráðstevnuni vóru bæði fakligar framløgur og pallborðskjak.